Ráðstevnan “Safe Settings”
hós. 10. mai. - ley. 12. mai.

Ráðstevnan “Safe Settings”  verður hildin í Føroyum í døgunum 10 – 12 mai 2018. Ráðstevnan verður fyriskipað af felagnum Føroyskir psykiatriskir sjúkrarøkarfrøðingar í samstarvi við Horatio, ið er felagsskapur fyri Evropeiskar psykiatriskar sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Safe Settings vísir til fyribrygdi “tryggir karmar”, ið  er ein fjøltáttað tilgongd.  Á ráðstevnuni  verður millum annað tosað um, hvønn týdning  menniskjalig sambond og umhvørvi hava fyri tryggleikan hjá bæði sjúklingum, avvarðandi og starvsfólkum. Menniskjalig sambond og umhvørvi fevna um øll tey støð, har atlit verður tikið til sálarheilsuna hjá menniskjanum, so sum skúlar, barnagarðar, røktarheim, sjúkrahús og fongsul.

 

At arbeiða innan økir, sum umfata  sálarheilsuna hjá menniskjanum er bæði áhugavert og ein serstakliga týdningarmikil uppgáva. Menniskjað er ein kompleks vera, og  fyri at vaksa og mennast, er neyðugt at kenna seg tryggan í dagliga umhvørvinum. Endamálið við ráðstevnuni er, við hesum í huga, at varpa ljós á og umrøða hvønn týdning tryggir karmar hava á sálarheilsuna hjá tí einstaka.

Lesið meira um ráðstevnuna her