Fyrilestur um strongd í Runavík
hós. 2. nov. kl. 19.00 - 21.00

Fyrilesturin verður í Ellis og Røktarheiminum í Runavík. 

Fyrilestrarhaldari er Mona Maria úr Fugloy og hon sigur soleiðis um fyrilesturin, sum hevur heitið "Halt fast í tíni styrki eftir strongd" :

 

Fleiri og fleiri fólk uppliva at gerast sjúk av strongd. Strongd er enn tabu hjá nógvum, sum ikki heilt vita, hvat strongd er og hvussu tey skulu fara um ein, sum er vorðin sjúkur av strongd.

Strongd skal ikki longur vera tabu. Heimsheilsustovnurin WHO metir, at strongd í 2020 er 3. størsta lívsháttarsjúka í heiminum, beint aftanfyri hjartasjúkur og diabetes. Tí skal strongd verða tikin í álvara.

Lívið broytist aftaná at ein hevur upplivað at hava verið sjúkur av strongd. Um ein fær hjálp og kemur væl upp undan aftur, so er alt ikki sum fyrr, langt frá – og tíbetur. Tí varð alt sum fyrr, so er væntandi, at ein gerst sjúkur aftur av strongd um stutta ella langa tíð. Tað er umráðandi at gerast greið/ur yvir, hvat tað var, sum gjørdi, at ein sjálvur gjørdist sjúkur av strongd, og tað nýggja innlitið er so útgangspunktið fyri at samanseta ein nýggjan samleika, sum ger ein mótstøðuføran yvirfyri strongd frammeftir.

Við hesum fyrilestrinum fari eg greiða frá  mínari ferð frá einum samleika, sum gjørdi, at eg gjørdist sjúk av strongd til ein nýggjan samleika, sum hevur gjørt meg uppmerksama uppá, hvat eg skal gera fyri ikki at gerast sjúk av strongd aftur. Ein nýggjan samleika, sum er merktur av persónligum friði, gleði og sunnum mørkum viðv. hvørjum eg skal taka mær av og hvørjum, eg ikki skal taka mær av.