Fyrilestur um strongd í Klaksvík
mik. 18. okt. kl. 19.00 - 21.00

Fyrilesturin verður í kjallaranum í sambýlinum á Heygum. Heitið á fyrilestrinum er, " Vend strongd til tína styrki"

Fyrilestrahaldari er Mona Maria úr Fugloy og hon skrivar soleiðis um fyrilesturin:

 

Fleiri og fleiri uppliva at gerast sjúk av strongd. Strongd er enn tabu hjá nógvum, sum ikki vita heilt, hvat strongd er og hvussu tey skulu fara um ein, sum er vorðin sjúkur av strongd.

Strongd skal ikki longur vera tabu. Heimsheilsustovnurin WHO metir, at strongd í 2020 er 3. størsta lívsháttarsjúka í heiminum, beint aftanfyri hjartasjúkur og diabetes. Tí skal strongd verða tikin í álvara.

Strongd broytir tann, sum verður raktur. Minnið svíkur, tað at hava og at gera sær eitt yvirblikk fánar, og tann kensluligi javnvágurin broytist allatíðina. Mann er ikki, sum mann plagar, og tað kennist sum um, at mann “gongur við síðuna av sær sjálvum” og kennir ikki tann aftur, sum mann gongur við síðuna av. Einki passar við ta myndina, mann hevur av sær sjálvum, og tað er ein ræðandi støða at vera í.

Við hesum fyrilestrinum vil eg greida frá um mína ferð ígjøgnum strongdarmeldurin. Eg greiði frá um, hvussu tað var at verða rakt av einari umfevnandi “nidursmelting” og harav langari sjúkramelding frá arbeiðinum, og hvussu eg spakuliga kom upp undan aftur. Hvat tað hevur gjørt við meg sum menniskja, og hvussu tað hevur hjálpt mær at hyggja øðrvísi eftir mær sjálvari. Hvussu eg havi vent tí at vera ein, sum var “sjúkrameldað vid strongd” til at vera ein, sum sær virði í, at tað hendi fyri júst meg – ein, sum “finnur gull í runudíkinum”.