Frítíðarhúsið í Klaksvík

 

Frítíðarhúsið "Roykstovan" liggur í hugnaligum umhvørvi í Klaksvík og hevur egna bátabrúgv. Allir vanligir hentleikar eru í húsinum, tó er neyðugt at hava seingjaklæði, handkløð o.a.t. við.

 

Kostnaður fyri limir er 400,- fyri náttina. Fast gjald à kr. 500,- verður tikið fyri reingerð, eisini um bert verður leiga ein dag. Um fleiri enn 8 fólk eru samstundis, betalir hvør persónur yvir 8 persónar kr. 50,- eyka pr. nátt.

 

Kostnaður fyri ikki limir er 650,- fyri náttina. Fast gjald à kr. 500,- verður tikið fyri reingerð, eisini um bert verður leiga ein dag. Um fleiri enn 8 fólk eru samstundis, betalir hvør persónur yvir 8 persónar kr. 80,- eyka pr.  nátt.

  

Vendið tykkum til felagið, tlf. 31 13 09 ella 51 13 09, um tit hava hug at gera nýtslu av húsinum.