Norðurlendsk samtykt

Felags norðurlendsk samtykt innan sjúkrarøktaretikk

Á árligu norðurlendsku ráðstevnuni innan sjúkrarøktaretikk, sum var hildin í Trondheimi, var evnið sjúkrarøkt og tøkni umrøtt við fyrilestri og kjaki. Málið var mett at hava so stóran týdning, at felags norðurlendsk niðurstøða/samtykt var orðað. Hon verður við hesum løgd til kunningar.

Tøkni og menniskjavirði í umsorganini

  • Mælt verður sjúkrarøktarfrøðingum til at verða tilvitaðir um, at nýggjur tøknibúnaður við tí góða í hyggju, ongantíð kann koma í staðin fyri mennskjaliga og medmenniskjaliga kontakt
  • Menniskja hevur rætt til at brúka nýggjan tøknibúnað, sum fremur sjálvstøði og tryggleika, og sum stimbrar egið frælsi til likamligan aktivitet, sálarliga stimulering og til at varðveita samband við onnur
  • Sjúkrarøktarfrøðingar eru við til at kunna um nýggjan tøknibúnað, sum kann stimbra menniskjans autonomi og eginumsorgan
  • Sjúkrarøktarfrøðingar virða sjúklingsins egna hugburð til at brúka umsorgnartøkni, og varða um áhugamálini og tignina hjá einum persóni, tá ið honum ella henni vantar kompetensu at samtykkja
  • Mælt verður sjúkrarøktarfrøðingum til at taka frástøðu frá nýggjari tøkni, sum verður tikin í nýtslu fyri at økja lønsemi og effektivitet og sum verður sett í staðin fyri menniskjaliga kontakt

Trondheim 31. sept. 2010

Marie Aakre, Noregi
Lene Poulsen, Danmørk
Hildur vid Høgadalsá, Føroyar
Carl-Axel Palm, Svøríki