Aktiv deyðshjálp

Vit í sjúkrarøktaretiska ráðnum hava fylgt við í kjakinum, sum hevur verið seinastu tíðina um aktiva deyðshjálp. Kjakið byrjaði við eini blaðgrein hjá Georg L. Petersen, har hann lýsir sína støðu og greiðir frá hví hann meinar, at aktiv deyðshjálp eigur at vera ein møguleiki í Føroyum. Støðutakanina grundar hann á sjúkuna hjá pápa sínum, líðingina pápin og familjan fóru ígjøgnum og vantandi viðgerð, røkt og umsorgan.

Greinin bleiv viðmerkt av sjúkrarøktarfrøðingi Hansinu Mikkelsen, sum lýsti hví hon var ímóti aktivari deyðshjálp. Í hesi grein bleiv hugtakið palliativ røkt lýst og fakliga grundgivið. Seinni kom so sendingin Tilvera hjá Armgarð Arge, har Georg L. Petersen, Hansina Mikkelsen og Sólrun Jacobsen sjúkrarøktarfrøðingar í palliatión luttóku. Sendingin lýsti væl hvat palliativa røktin kann bjóða og aktiv deyðshjálp bleiv virðuliga lýst, bæði fyri og ímóti.

Fyrr í ár hevur sjúkrarøktaretiska ráðið viðgjørt evnið, og royndu vit tá at finna fram til hvat hevði verið frammi í Føroyum um evnið seinastu árini, og funnu vit nærum onki. Eitt so viðkvæmt evnið kann vera sera trupult at viðgera, og er fyri flest øll knýtt at virðum og hugburði til lív og deyða, eins og støða til aktiva deyðshjálp ofta kann vera grundað í egnum persónligum royndum við sjúku og deyða. Ein støða sum altíð er kensluborðin og trupul.

Sjúkrarøktaretisku leiðreglurnar sum vóru viðtiknar á aðalfundi í 2008 siga, at sjúkrarøktarfrøðingurin verjir og varðveitir lív til tað frá náttúrunar síðu má haldast at vera endað. Tiltøk, sum hava í hyggju at skunda undir sjúklingsins deyða, t.v.s. aktiva deyðshjálp, skal ikki nýtast. Ein sjúkrarøktarfrøðingur skal ikki hjálpa sjúklinginum til sjálvmorð. At stuðla undir at miðleys, lívsleingjandi viðgerð verður endað ella ikki byrjað, verður ikki roknað sum aktiv deyðshjálp.

Sjúkrarøktaretiska ráðið sigur tí nei til eutanasi ella aktiva deyðshjálp og til at sjúkrarøktarfrøðingar viðvirka við eutanasi ella at hann hjálpir sjúklingi til sjálvmorð. Tað var eisini niðurstøðan tá sjúkrarøktaretisku ráðini í norðurlondum Danmark, Noregi, Svøríki og Føroyum høvdu ráðstevnu í Svøríki í fjør, har eitt av evnunum, sum var viðgjørt, var Eutanasi. Fylgjandi yvirlýsing bleiv orðað, grundað á sjúkrarøktaretisku leiðreglurnar De Sygeplejeetiske Råd i Norden har afholdt konference i Stockholm den 17.-18. september 2009, og har fölgende udtalelse om eutanasi: De Sygeplejeetiske Råd tager stærkt afstand fra eutanasi. Der kan ikke tænkes forhold, hvor sygeplejersker kan medvirke ved eutanasi og assisteret selvmord.

Vælvitandi at evnið ikki er einfalt at viðgera, geva vit her okkara íkast til kjakið. Vert er óivað eisini at gera sær greitt hvat hugtøkini aktiv og passiv deyðshjálp merkja. Orðið deyðshjálp hevur ein positivan undirtóna, tí signalið kann vera, at ein fær hjálp. Tað er ikki í samsvari við okkara sjónarmið og fatan. Passiv deyðshjálp verður vanliga fatað sum annað hvørt at steðga lívsleingjandi viðgerð ella at byrja palliativa viðgerð. Men tær handlingar sum verða útintar við passiva deyðshjálp hava ikki til endamáls at hjálpa sjúklinginum at doyggja og tí er tað misvísandi at nevna tað passiva deyðshjálp.

Palliatión er á ongan hátt passiv, tí tað snýr seg um eina aktiva viðgerð, sum er lóglig. Sum dømi kann nevnast, at morfin verður givið fyri at linna pínuna og ikki sum hjálp til deyðan. Aktiv deyðshjálp hevur harafturímóti sum endamál at enda lívið.

Í dag er spurningurin um sjálvsræði og tign ógvuliga frammarlaga og nógv fólk eru av teirri áskoðan, at tey hava rætt til at enda lívið um tey ynskja tað. Respektin fyri sjálvsræði og at taka sjálvstøðugar avgerðir eru týdningarmikil virði, men tey mugu setast inn í samanhangin ein livir í. Tað ber ikki til at seta onnur menniskju í eina støðu har tey eru tvingaði at enda lívið hjá øðrum.
Spurningurin er eisini frammi um at fáa ein virðuligan deyða. Fyri nøkur merkir tað at sleppa undan at doyggja við stórari pínu, fyri onnur er tað ein spurningur um ikki at vera bundin av hjálp frá øðrum. Tað tykir okkum óvirðiligt ikki at fáa neyðugu pínulinnandi viðgerðina og røktina, sum palliativa røktin hevur at bjóða. Palliativa umsorganin gevur ikki upp, tá ið menniskja er ólekjandi sjúkt, men ásannar lívið og hevur ta áskoðan, at deyðin er natúrligur endi á lívinum.

Vandamálini við aktivari deyðshjálp eru altíð ógvuliga stór, tí hvussu tryggjar ein sær, at tað undir øllum umstøðum er doyggjandi sjúklingurin, sum tekur avgerðina einsamallur og ikki verður ávirkaður av øðrum? Nógvar orsøkir kunnu vera til ynski um at enda lívið.

Vit hava ta áskoðan, at palliatión í sambandi við terminala sjúku er tað einasta, sum sømir seg etiskt.