Yrkisetisku Leiðreglur

Yrkisetiskar leiðreglur

fyri sjúkrarøktarfrøðingar mars 2008, dagførdar 2014.


Innleiðandi viðmerkingar
Yrkisetisku leiðreglurnar fyri sjúkrarøktarfrøðingar byggja á meginreglurnar í etisku leiðreglunum hjá ICN og grundleggjandi mannarættindunum, soleiðis sum tær eru lýstar í mannarættindasáttmálanum hjá ST.

Staðfest verður í grundarlagnum í sjúkrarøktini, at grundarlagið undir allari sjúkrarøkt skal vera  virðingin fyri lívinum hjá hvørjum einstøkum menniskja og tignini, sum er í hvørjum einstøkum menniskja. Sjúkrarøkt skal grundast á miskunnsemi, umsorgan og virðing fyri grundleggjandi mannarættindum. Leiðreglurnar nágreina hetta og konkretisera, hvat verður hildið at vera  etiskt  ráðiligt innan nógv øki.

Grundleggjandi skyldan hjá sjúkrarøktarfrøðingum er at vísa umsorgan fyri øllum, sum líða, uttan mun til, hvør orsøkin til líðingina kann vera.
Sjúkrarøktarfrøðingurin má ásanna sjúklingsins viðbrekni og ansa eftir hansara/hennara integriteti og tign við støði í, hvussu hvør einstakur upplivir sína støðu.

Yrkisetiska ábyrgdin hjá sjúkrarøktarfrøðingum fatar um menniskju í øllum tíðarskeiðum frá lívsins byrjan til enda. Tað fatar um hvønn einstakan og samfelag, sjúklingar, avvarðandi, samstarvsfólk og sambandið við egna yrkisgrein.

Tær dagførdu leiðreglurnar víkja frá undarfarnu leiðreglunum við, at sjúkrarøktargrundarlagið verður lýst sum innleiðandi grundvøllur fyri leiðreglunum. Leiðreglurnar eru haraftrat styttar frá 8 til 6 øki. Roynt hevur verið at orða ávísar leiðreglur  neyvari í mun til dagsins tvístøður í yrkinum.

Hugtakið sjúklingur er brúkt sum felagsheiti fyri øll menniskju, sum fáa ella hava heilsuhjálp í boðið. Heilsuhjálp verður skilgreinað sum ”handlingar sum hava fyribyrgjandi, sjúkuavgerðarligt , viðgerandi, heilsuvarðveitandi, endurmennandi ella røktar- og umsorganar endamál, og sum eru útint av heilsustarvsfólki”. Vit halda, at hetta fevnir um alla sjúkrarøkt. At vera sjúklingur inniber harafturat lógartryggjað rættindi.

Yrkisetiska ábyrgdin hevur mørk saman við fakligu og løgfrøðiligu ábyrgdini. Ein handling kann vera fakliga ráðilig og løgfrøðiliga loyvd, uttan at henda kann verða góðtikin etiskt. Yrkisetisku leiðreglurnar skulu hvørki skilgreina, hvat er fakliga ráðilig sjúkrarøkt, ella týða lógaravgerðir, sum regulera yrkisútinnanina. Tær geva heldur ikki konkretar loysnir til etiskar tvístøður, men tær skulu vísa á leiðina, tá ið tú skalt taka eina avgerð.

Fyri at leiðreglurnar skulu gerast eitt praktiskt amboð, mugu tær gerast livandi við dagligari nýtslu. Tær skulu ikki bert vera yrkisetikkur hjá sjúkrarøktaryrkinum, men etikkur í praksis hjá tí professjónella sjúkrarøktarfrøðinginum. Uppskotið hjá ICN um nýtslu av etisku leiðreglunum og brúk av høvuðspørtunum kann við fyrimuni eisini brúkast til yrkisetisku leiðreglurnar. Leiðreglurnar skulu spegla samfelagsbroytingarnar og nýggju trupulleikastøðurnar, sum sjúkrarøktarfrøðingar standa andlit til andlits við.


Sjúkrarøktaretiska ráðið fer at endurskoða yrkisetisku leiðreglurnar triðja hvørt ár fyri at meta um tørvin á møguligum dagføringum.

Tú kanst geva eitt ískoyti til at hækka yrkisetikkin hjá sjúkrarøktarfrøðingum og hækka evnini til etiska refleksjón. Tað gert tú við at skapa fora fyri etiskum orðaskifti á arbeiðsplássunum, brúka etisku leiðreglurnar aktivt og geva Sjúkrarøktaretiska ráðnum afturmelding um, hvar tær ikki tykjast at røkka. Omanfyri nevnda verður hildið at vera umráðandi í einum samfelagi, sum støðugt verður meira fjøltáttað, og har etiskt umhugsni ofta verður raðfest lægri.

Nýtsla av sjúkrarøktaretisku leiðreglunum:
Sjúkrarøktaretisku leiðreglurnar eru vegleiðandi í ymiskum samanhangi, har etisk støðutakan er neyðug.

Ætlanin hjá Sjúkrarøktaretiska ráðnum er, at leiðreglurnar kunnu virka fyri at:
- fremja etiskt orðaskifti og umhugsni hjá sjúkrarøktarfrøðingum
- stuðla sjúkrarøktarfrøðingum í teimum støðum, tá ið etisk val vera tikin
- fremja góða  skynið við tí í hyggju at menna fakliga kvalitetin í sjúkrarøktini
- seta fokus á etiskar tvístøður, so at etisk val verða sjónlig

Sjúkrarøktaretisku leiðreglurnar eru ikki raðfestar, men talmerktar av praktiskum ávum.

 

  

Yrkisetiskar leiðreglur fyri sjúkrarøktarfrøðingar

 

 Sjúkrarøktargrundarlagið
Grundarlagið undir allari sjúkrarøkt skal vera virðingin fyri lívinum og íbornu tignini hjá hvørjum einstøkum menniskja
Sjúkrarøkt skal grundast á miskunnsemi, umsorgan og virðing fyri grundleggjandi mannarættindum og vera grundað á kunnleika og vitan

 

1. Sjúkrarøktarfrøðingurin og sjúklingurin


Sjúkrarøktarfrøðingurin varðar um integritetin hjá hvørjum einstøkum sjúklingi, herundir rættin til heildarumsorgan, rættin til ávirkan og rættin til at verða  virdur.

1.     Sjúkrarøktarfrøðingurin vísir umsorgan fyri øllum sum líða, uttan mun til orsøk til líðingina.

2.     Sjúkrarøktarfrøðingurin linnar líðing og er við til at tryggja ein virðiligan deyða.

3.     Sjúkrarøktarfrøðingurin verjir og varðveitir lív til tað frá náttúrunnar síðu má haldast at vera endað. Tiltøk, sum hava í hyggju at skunda undir sjúklingsins deyða, t.v.s. aktiv deyðshjálp, skal ikki nýtast. Ein sjúkrarøktarfrøðingur skal ikki hjálpa sjúklinginum til sjálvmorð.  At stuðla undir at miðleys, lívsleingjandi viðgerð verður endað ella ikki byrjað, verður ikki roknað sum aktiv deyðshjálp.

4.     Sjúkrarøktarfrøðingurin virðir sjúklingsins sjálvsavgerðarrætt og virðir hansara rætt til at velja hann frá.

5.     Sjúkrarøktarfrøðingurin fremur sjúklingsins møguleika at taka sjálvstøðugar avgerðir við at geva nøktandi, tillagaða kunning og tryggja sær, at kunningin er skild.

6.     Sjúkrarøktarfrøðingurin ger sítt til, at sjúklingurin varðveitir sín integritet og verjir sjúklingin ímóti særandi handlingum. Óneyðug nýtsla av tvingsli, afturhaldi og avmarking av rættindum verður ikki útint. 

7.     Sjúkrarøktarfrøðingurin tryggjar sjúklingsins rætt til verju av upplýsingum givnar í trúnaði.

8.     Sjúkrarøktarfrøðingurin heldur sær frá sambondum, sum kunnu elva til misnýtslu av sjúklinginum.

 

2. Sjúkrarøktarfrøðingurin og tey avvarðandi


Sjúkrarøktarfrøðingurin hevur virðing og umsorgan fyri teimum avvarðandi.

1.     Sjúkrarøktarfrøðingurin tekur hond um rættindini hjá avvarðandi

2.     Sjúkrarøktarfrøðingurin samstarvar við avvarðandi og viðgerð upplýsingar teirra í trúnaði.

3.     Um ósamsvar er millum áhugamál sjúklingsins og tey avvarðandi, verður sjúklingurin tikin framum.

 

3. Sjúkrarøktarfrøðingurin og yrkisgreinin


Sjúkrarøktarfrøðingurin ásannar og viðurkennir sær fakligu og persónligu ábyrgdina av egnum atferðum og metingum í útinnanini av sjúkrarøkt og setir seg inn í lógarverkið, ið skipar tænastuna. 

1.     Sjúkrarøktarfrøðingurin hevur persónliga ábyrgd av, at egin praksis er fakliga, løgfrøðiliga og etiskt dygdargóð.

2.     Sjúkrarøktarfrøðingurin ásannar mørk fyri egnari kompetansu og handlar innan hesi mørk.

3.     Sjúkrarøktarfrøðingurin er tilvitaður um persónliga styrki og veikleikar og leitar sær vitan, hjálp og stuðul í truplum støðum.

4.     Sjúkrarøktarfrøðingurin verjir sjúklingin móti handlingum ella viðgerðarætlanum, sum eru fakliga og etiskt óráðiligar. Hetta er galdandi í mun til egna atferð, eins og í mun til samstarvsfólk, aðrar einstaklingar ella myndugleikar, sum handla í stríð við sjúklingsins besta.

5.     Sjúkrarøktarfrøðingurin dagførir seg um gransking og menning og skjalprógvaðar  siðvenju á sínum arbeiðsøki

6.     Sjúkrarøktarfrøðingurin gevur sítt íkast til virðistilvitsku, fakliga  menning og gransking og tryggjar, at nýggjur kunnleiki verður evnaður til og nýttur í yrkinum.

7.     Sjúkrarøktarfrøðingurin kann, vegna sína samvitsku, verða frítikin fyri skyldur á sínum arbeiðsøki, men bert um heimild er fyri tí í lógini, ella arbeiðsgevarin hevur givið skrivligt loyvi.

8.     Sjúkrarøktarfrøðingurin tekur ikki lut í marknaðarførslu ella øðrum handilsvirksemi, sum kann ávirka álitið hjá sjúklinginum og samfelagnum á sjúkrarøktina.   

9.     Sjúkrarøktarfrøðingurin kann einans brúka navn og heiti, sum hann við útbúgving, løggilding og starvi hevur rætt til, og sum gevur eina rætta mynd av førleikum og virkisøki.

 

4. Sjúkrarøktarfrøðingurin og arbeiðsfelagar


Sjúkrarøktarfrøðingurin vísir virðing fyri starvsfeløgum og arbeiðinum hjá øðrum og stuðlar í  truplum fakligum og persónligum støðum. Hetta forðar ikki fyri at taka brot á faklig, etisk ella grundsjónarmið hjá samstarvsfeløgum til viðgerðar.

1.      Sjúkrarøktarfrøðingurin loyvir ikki  mismuni móti starvsfeløgum.

2.      Sjúkrarøktarfrøðingurin tekur stig til og fremur eitt fakligt og tvørfakligt samstarv tvørtur um yrkis- og førleikamørk í øllum pørtum av heilsutænastuni.

3.     Sjúkrarøktarfrøðingurin hevur fakliga og etiska vegleiðaraábyrgd mótvegis heilsustarvsfólki, sum taka lut í røktar- og umsorganarstørvum.                 

4.     Sjúkrarøktarfrøðingurin kennir og viðurkennir sær sín leiklut og sína kompetensu í fakligum og tvørfakligum toymum og gevur sítt fakliga íkast til at loysa felags uppgávur.

5.     Um áhugamálsstríð koma fyri innanhýsis í fakbólkinum ella millum ymiskar fakbólkar í sambandi við at loysa eina uppgávu, verður fyrst hugsað um heilsuna og lívið hjá sjúklinginum.

 

5. Sjúkrarøktarfrøðingurin og arbeiðsplássið


Sjúkrarøktarfrøðingurin ger seg kunnugan við virðini, hugsjónirnar, málini og virkið á arbeiðsplássinum og skal vera trúgvur mótvegis hesum, í tann mun hesi samsvara við sjúkrarøktargrundarlagið.

1.     Sjúkrarøktarfrøðingurin ger seg kunnugan við egnar skyldur og rættindi, tá ið hann byrjar á einum arbeiðsplássi, og dagførir sína vitan um broytingar innan mál og lógir.

2.     Sjúkrarøktarfrøðingurin viðvirkar til at fremja klár og fakliga fullgóð mál fyri arbeiðsplássið.

3.     Sjúkrarøktarfrøðingurin mótmælir, tá ið sjúklingar fáa skilaleysa ella óvirðiliga viðferð. Trúfesti mótvegis arbeiðsgevara forðar ikki hesum.

4.     Sjúkrarøktarfrøðingurin er við í kjaki og tiltøkum, sum kunnu betra umstøður á arbeiðsplássinum.

 

6. Sjúkrarøktarfrøðingurin og samfelagið


Sjúkrarøktarfrøðingurin gevur síni yrkis- og etisku ábyrgd gætur mótvegis sjúklingum, arbeiðsstaði og samfelagi bæði í tjóðar- og heimshøpi.

1.     Sjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir fyri einum rættvísum tilfeingisbýti og –umsiting innan heilsutænastuna bæði í tjóðar- og heimshøpi.

2.     Sjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir fyri einum tilfeingisgrundarlagi, sum gevur møguleika fyri at varðveita eina etiskt fullgóða sjúkrarøkt, sum er lagað til støðuna hjá einstaka sjúklinginum.

3.     Sjúkrarøktarfrøðingurin er við til at bera so í bandi, at fakligar og etiskar reglur verða grundarlagið undir sosial- og heilsupolitiskum avgerðum.

4.     Sjúkrarøktarfrøðingurin dagførir sína vitan  innan sosial- og heilsupolitisku menningina og viðvirkar til raðfestingar, sum røkja áhugamálini hjá teimum, sum hava størstan tørv á sjúkrarøkt.

5.     Sjúkrarøktarfrøðingurin verjir umdømi hjá fakinum og skal, um hon stígur fram alment, gera greitt, um tosað verður vegna seg sjálvan, yrkisbólkin ella onnur.