Viðtøkur

§1. Sjúkrarøktaretiska ráðið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur til uppgávu:

  • At varðveita og menna fakliga / etiska støðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og lesandi
  • At vegleiða um faklig/etisk ivamál, sum limir og/ella nevnd felagsins leggja fyri ráðið.

Ráðið kann harumframt av sínum eintingum taka spurningar um sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina og sjúkrarøkt sum heild upp til viðgerðar og metingar. Nevnd felagsins verður í einstøkum málum kunnað um niðurstøðu ráðsins. 

Stk. 2. Ráðið avger sjálvt, um tað kann viðgera eitt framlagt mál. Tó kann ráðið ikki viðgera mál sum sambært viðtøkunum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skulu avgerast aðrastaðni í felagnum. Í ivaførum kann ráðið útvega sær ummæli frá nevnd felagsins um málið.

Stk. 3. Aðalfundurin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ásetir yrkisetisku leiðreglurnar eftir tilmæli frá ráðnum. Ráðið hevur skyldu til regluliga at endurskoða yrkisetisku leiðreglurnar og um neyðugt gera uppskot til broytingar.

§2. Í ráðnum eru 5 limir. Einstøku limir felagsins og/ella nevndin kemur við uppskoti um valevni. Valið fer fram á ársaðalfundinum.

Stk. 2. Tey valevni, sum fingu flestar atkvøður av teimum, ið ikki vórðu vald, verða roknað sum tiltakslimir. Tiltakslimur tekur sæti í nevndini, tá nevndarlimur fer frá í ótíð ella er burtur longri tíðarskeið

Stk. 3. Nevndin skipar seg sjálv.

Stk. 4. Limir ráðsins mugu ikki sita í øðrum álitisstørvum í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella vera trygdarumboð á arbeiðsplássinum.

Stk. 5. Valskeiðið er 4 ár, og afturval kann fara fram eina ferð. Limir kunna lata seg stilla upp aftur, tá ið 8 ár eru liðin, síðani seinasta seta er endað.

Stk. 6. Tríggir og tveir limir standa fyri vali aðruhvørja ferð. Um fráfall er í ráðnum, kann nýggjur limur veljast á næsta aðalfundi í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

§3. Ráðið ásetir sjálvt virkisskrá sína.

§4. Ráðið gevur nevnd felagsins frágreiðing um virki sítt síðst í desember mánaði á hvørjum ári. Ráðið ger sjálvt av, um frágreiðingin skal almannakunngerast øll sum hon er ella partvíst.

§5. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ber útreiðslurnar av virki ráðsins sambært fíggjarætlan, góðtikin á ársaðalfundinum.