Virksemi

Felagshúsið og skrivstovan

Felagið hevur innivist og skrivstovu í húsunum á Lucas Debesargøtu 14, haðani virksemi felagsins verður stýrt. Limir eru altíð vælkomnir at støkka inn á gólvið í avgreiðslutíðini. Hesi høli verða eisini nýtt til fundarvirksemi og tílíkt hjá m.a. áhugabólkunum.

Skrivstovan hevur opið: 

Mánadag, týsdag og fríggjadag kl. 9-13. Hósdag kl. 12-16. Mikudag er stongt.

Um átrokandi boð eru uttanfyri hesar tíðir, ring so beinleiðis til forkvinnuna á tlf 211309

Tilber eisini at senda teldupost til info@sjukrarøkt.fo

 

Frítíðarhúsið í Klaksvík  

Felagið hevur m.a. tilboð til limir um at leiga hús í Klaksvík  t.d. eitt vikuskifti ella aðrar dagar í vikuni. Tygum eru vælkomin at seta tygum í samband við felagið hesum viðvíkjandi.