Semjan frá 2016

 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

og

Fíggjarmálaráðið

 

Sáttmálaskeið

Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017. Semjan byggir á ein karm, sum er 2,25% fyrra árið og 1,9% seinna árið.

 

Lønarhækkingar

Tann 1. oktober 2015 hækkar mánaðarlønin við 2,25%

Tann 1. oktober 2016 hækkar mánaðarlønin við 1,9%

 

Broytingar og dagføringar í sáttmálatekstinum

§ 1 um sáttmálaøki verður soljóðandi:

stk. 1 c. Heilsutrygd

stk.  1 d. Gigni

stk. 2. d. Bú- og Heimatænastan

 

§ 5 um eftirløn

stk.2. Stovnurin rindar vegna starvsfólkið 15% av grundlønini.

stk. 4 og stk. 5 strikast

 

Nýtt stk. 4 um eftirsitiløn verður soljóðandi

Doyr sjúkrarøktarfrøðingur, sum er løntur eftir hesum sáttmála, meðan viðkomandi er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/sambúgvi ella børn undir 18 ár, sum sjúkrarøktarfrøðingurin hevur skyldu at uppihalda, rætt til løn í mun til uppsagnartíðina, í minsta lagi 3 og í mesta lagi 6 mánaðir.

Stk. 2. Eftirsitiløn er tann løn, sum sjúkrarøktarfrøðingurin hevði deyðsdagin. Lønin í mánaðinum, tá ið sjúkrarøktarfrøðingurin doyr, verður ikki roknað upp í eftirsitilønina.

 

§ 7  um arbeiðstíð og frítíð

Partarnir eru samdur um, at gera ein arbeiðsbólk, har §7 verður greina og gjørd meira tíðarhóskandi. Arbeiðið skal byrja í oktober 2016 og miðað verður eftir at verða liðugt í desember 2016.

 

§ 8, stk. 1, síðsta og næstsíðsta punktum verða soljóðandi

Undir tilkallivakt hevur sjúkrarøktarfrøðingurin rætt til flutning/hýruvogn eftir skjalprógvi til og frá arbeiðsstaðnum við tilkalling. Verður egið akfar nýtt, verður viðbót latin á 125,- kr. galdandi fyri alla vaktina.

 

§ 9 um frítíðarárið nýtt stk. 2

stk.2. Sjúkrarøktarfrøðingur skal sum meginregla hava fráboðan um summarfrítíð í seinasta lagi 3 mðr. áðrenn frítíðin byrjar.

Grein 9 stk. 2-6 verða broytt til grein 9 stk. 3-7.

 

§ 12 um sjúkraflutning

stk. 1. verður soljóðandi:

Ferðatíð verður roknað sum 2 arbeiðsdagar. Um arbeiðstíðin, t.v.s. frá sjúkrarøktarfrøðingurin møtir á arbeiðsplássinum, til sjúklingurin er innskrivaður á sjúkrahús/stað uttanlanda, fer út um 8 tímar, skal hetta gjaldast sum úrtíð.

Um ikki slepst heimaftur, t.d. vegna ringt veður, útseldar ferðaseðlar, trupuleikar við flogfari v.m., verður henda tíð roknað sum vanligur arbeiðsdagur.

Sjúkrarøktarfrøðingar sum eftir ætlanini skuldu havt kvøld, náttar- ella tilkallivakt, missa ikki hesa viðbót.

 

Leggja afturat stk 5:

Í sambandi við sjúkraflutning skal sjúkrarøktarfrøðingurin verða tryggjaður.  Fyri at tryggja eina tíðarsvarandi upphædd skal hendan upphædd dagførast hvørja fer sáttmálasamráðingar eru.

 

§ 12 eitt nýtt stk. 10 um neyðflutning

Við luttøku í neyðflutningi innanlands verður veitt viðbót á kr. 750,-

Við luttøku í neyðflutningi uttanlanda verður veitt viðbót á kr. 2.000,-

Samstundis verður núverandi grein 16 stk. 2 strikað.

 


§18 um bústaðir verður soljóðandi

Undir fyribils tænastu á øðrum stovni enn tí, starvsfólkið arbeiðir á, har arbeiðsgevarin hevur álagt honum starvið, hevur arbeiðsgevarin skyldu at útvega ókeypis bústað, um fastar útreiðslur eru á upprunastaðnum.

Samstundis fella stk. 1 og stk. 2 burtur.

 

§ 20 um barnsburðarfarloyvi verður soljóðandi

Sjúkrarøktarfrøðingur, ið er við barn, eigur at siga stovninum frá í minsta lagi 3 mánaðir, áðrenn hon væntar at eiga. Sjúkrarøkarfrøðingur, ið er við barn, hevur rætt til barsilsfarloyvi av viðgongu og barnsburði við løn í 24 vikur tilsamans at rokna frá tí, at sjúkrarøktarfrøðingurin gerst óarbeiðsførur, tó í fyrsta lagi 8 vikur undan mettum barnsburði.

Frá 14. viku eftir barnsburð kunnu foreldrini býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín.

Umframt nevndu sømdir kann sjúkrarøktarfrøðingur fáa farloyvi við løn alla viðgongutíðina, tá ið hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum.

 

Ættleiðing

Sjúkrarøktarfrøðingur, ið ættleiðir barn, hevur rætt til fráveru við løn í upp í 4 vikur áðrenn hon fær barnið og í 24 vikur tilsamans. Foreldrini kunnu býta rættin til fráveru við løn ímillum sín.

Rætturin til barsilsfarloyvi við løn er treytaður av, at ættleiðingarmyndugleikin frammanundan hevur gjørt av, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við, at tey fáa barnið.

 

Farloyvi við ongari løn

Herumframt hevur sjúkrarøktarfrøðingurin rætt til farloyvi við ongari løn og uttan at missa starvsaldur, soleiðis at skeiðini tilsamans fyri foreldrini eru upp í 52 vikur eftir føðing.

 

§ 23 um uppsøgn verður soljóðandi

Verður starvsfólk sagt úr starvi, galda ásetingarnar um uppsøgn í løgtingslóg um starvsmenn.

Stk. 2. Ætlar setanarmyndugleikin at siga starvsfólk úr starvi, skal ætlanarskriv um uppsøgn verða latið til ummælis við minst 14 daga freist. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fær ikki ætlanarskrivið, men fær fráboðan um, at ætlanarskriv er sent starvsfólkinum.

 

Nýggjar ásetingar um flokkingar

Sjúkrarøktarfrøðingar, settir í starv við master sum førleikakrav, fáa lønar- og setanarviðurskifti samsvarandi sáttmálanum hjá AKF.

 

Viðv §31  Flokkingar og umflokkingar

Sum nýtt stk 22 verður ásett:

 

Sjúkrarøktarfrøðingar hjá Heilsutrygd ganga stigini:  34, 35, 36

 

Nýggjar tænastur

Nýggj §16, stk. 4

Sjúkrarøktarfrøðingur, sum er partur av DAT- toyminum á psykiatriska deplinum, fær eina mánaðarliga viðbót kr. 2.000,-

Nýggj §16, stk. 2

Sjúkrarøktarfrøðingur, sum arbeiðir í infektiónsmedisiniskari verjudrakt verður samsýntur við 100% yvirtíð.

 

Endurskoða og endurnýggja viðbøtur

Partarnir eru samdir um, at í arbeiðinum at gera nýggja felags almenna lønarskipan, skal hátturin at áseta viðbøtur endurskoðast og endurnýggjast.

 

§ 7, stk. 16 um gjald fyri ólagaliga arbeiðstíð

Leygardagstænasta verður 1. okt. 2015 broytt til 22% og 1. okt. 2016 broytt til 23,7%

 

 

Tórshavn 18. juni 2016

 

 

 

 

Felagið Føroyskir                                      Fíggjarmálaráðið

Sjúkrarøktafrøðingar